Politikkur

Vit skulu gera meira

Hagtølini hjá Kvinnuhúsinum eru ræðandi. Fráboðanirnar um harðskap økjast. Serliga eru fráboðanir um sálarligan harðskap øktar markant seinni árini.

2022-05-26 20:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Eg haldi, at vit eiga at seta Istanbulsáttmálan í gildi fyri Føroyar. Istanbulsáttmin er ein altjóða sáttmáli, hvørs endamál er at fyribyrgja og basa harðskapi móti kvinnum og harðskapi í heimunum. Istanbul sáttmálin fevnir breitt og fevnir um øll sløg av harðskapi. 

Álit eru gjørd um harðskap í parlagi og nærsambondum, og fleiri átøk úr álitinum eru framd. Tað er gott. Men vit mugu gera meira. Fleiri ferðir seinastu dagarnar hava vit hoyrt um ymiskan harðskap, ið verður framdur móti kvinnum.

Eg havi tí sent løgmanni fyrispurning um hann ætlar at seta istanbulsáttmálan í gildi, um hvat landsstýri ger fyri at basa harðskapi móti kvinnum og um løgmaður heldur at sálarligur harðskapur skal kriminaliserast.

Hervør Pálsdóttir,
Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder