Politikkur

Skulu bústaðir verða eitt skattaskjól fyri spekulantar ella eitt heim

Føroyski bústaðarmarknaðurin er undir stórum trýsti. Eftirspurningurin eftir bústøðum er stórur, meðan útboðið ikki megnar at fylgja við. Hetta hevur ført við sær ein munandi prísvøkstur, sum ger tað alsamt truplari hjá vanligum húsarhaldum, ungum fólki og fyrstuferðskeyparum at fáa fatur á egnum bústaði og seta føtur undir egið borð..

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2026-11-27 10:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Selur man í Føroyum eini hús, eina íbúð ella aðra fasta ogn, sum man eigur, er vinningurin vanliga skattafríur. Undantak frá hesi reglu er § 27 í skattalógini, sum sigur, at keypir man eina fastogn fyri at selja hana víðari fyri vinning, er vinningurin skattskyldigur, tí at tá er talan um spekulatión.

Samstundis er tað soleiðis, at stóri búskaparvøksturin í landinum hevur ført við sær, at nógvur kapitalur er í umferð, og tí er spurningurin, um ikki skattaskipanin ger tað ov lokkandi at keypa hús sum íløgu. Hendan spekulatiónin kann verða við til at hækka um prísstøðið og halda fyrstuferðskeyparar, ið ynskja at keypa við tí fyri eiga at útvega sær eitt heim, uttanfyri bústaðarmarknaðin.

Eftir skattalógini eru íløgur – eitt nú partabrøv og lánsbrøv – sum meginregla skattaskyldigar. Sama kann ikki sigast at vera galdandi fyri fastogn. Tí er vandi fyri, at galdandi skattaskipan elvir til, at kapitalur flytir seg inn á bústaðarmarknaðin, heldur enn onnur sløg av íløgum, og skapar ein hægri eftirspurning, sum so aftur hækkar prísstøðið.

Tí havi eg sett landsstýrismannin í fíggjarmálum ein skrivligan fyrispurning um hvussu ofta fólk hava rindað skatt av bústaðarspekulatión seinastu árini, hvussu mann handhevjar hesar lógarásetingarnar í verki, og um landsstýrismaðurin er sinnaður at framskunda ætlaninar um at endurskoða reglurnar, soleiðis at bústaðir í størri mun fara til ung og barnafamiljur, fram um bústaðarspekulantar.

Bjarni K. Petersen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder