Mentan

Við Torradøgum byrjar lívið aftur

Fyrsta stóra tiltakið í Klaksvík, nú løgmaður hevur sett burturhvørvingargongdina frá Koronu í gildi, verða Torradagarnir í Klaksvík – 21. – 26. februar.

2022-02-10 10:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir at tey allarflestu hava verið meira ella minni avbyrgd í fleiri umførum seinastu tvey árini, hómast nú ein vanligur gerandisdagur aftur. Og tað er gott.

Men uppaftur betur enn vanligir gerandisdagar eru serstakir dagar, har fólk kunnu savnast til tiltøk, áhugamál, hugna og felagslív.

Fyrsta stóra tiltakið í Klaksvík, nú løgmaður hevur sett burturhvørvingargongdina frá Koronu í gildi, verða Torradagarnir í Klaksvík – 21. – 26. februar.

Skráin er komin væl áleiðis, og hava vit kagað nakað í skránna: Bjørn Kunoy greiðir frá um ”Grundlinjur Føroya – rættarligt grundarlag”. ComData 40 ár, Framsýning við Torbjørn Olsen, Osmund Justinussen greiðir frá um sjólívið, Brúðurin úr Roskilde dómkirkju, ið er ein serstøk søga um eina damu úr Gerðum, sum Árni Dahl greiðir frá í Smæruni.

Markus í Norðnastovu greiðir frá um samferðslu til og frá Kalsoynni, tá ið hann var smádrongur og fyri tað. Hetta verðu eisini gjørt í støði við myndum, sum Hjalmar Waag Høgnesen hevur tikið.

Samhandil við Russland – har Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður og Heri Joensen frá Lógur sum hevur gjørt kanningar á økinum og eisini Niels Winther frá Vinnuhúsinum, ið kennir væl til Føroya samhandil við útheimin, fara at greiða frá.

Eisini verður áhugaverda Torratingið á skrá, har politika skipanin tekur fiskivinnupolitikkin - verandi og komandi til viðgerðar.

Hvussu gongur á Mars?

Ein rættiliga spennandi og annarleiðis fyrilestur við hópin av spennandi myndum verður við heimskenda føroyinginum, David Arge Klevang Petersen, har hann leygardagin í Miðhøllini á Skúlatrøð fer at greiða frá “Hvussu gongur á Mars” – Hetta ger hann umvegis einum rættiliga framkomnum myndatóli, hann saman við øðrum granskarum á DTU hevur ment. Við hópin av útlongsli hevur hann sent tólið longu leið, heilt uppá Mars og verður greitt frá, hvat tey hava funnið útav har burturi. Tú sleppur eisini at seta honum allar tínar undarligu spurningar, tó at Kári Sólstein skal royna at halda skil á.

Hin sovandi heilin – er serligur netfyrilestur frá Århus Universitet, sum tú kanst fylgja við beinleiðis av netinum á stórskíggja í Miðhøllini á Skúlatrøð. Søgan um Stellurnar við Birgir Waag Høgnesen í Smætruni og Teknmáls Kafé verður á Skúlatrøð, Café Gloria fer at bjóða til onkur spennandi tiltøk, eins og matstovurnar í býnum fara at bjóða ein spennandi Torra-borðseðil.

Matiné og Torrarenning er eisini á skrá. Torrarenningin endar tó hesaferð við Tekniska skúla, har boðið verður til ymiskt leskiligt, og tú kanst fáa mátað puls og blóðtrýst o.a.

Hugnaløta við felagssangi og kanska einum “varligum føroyskum dansi” verður í Skálanum og Fina-støðin ætlar eisini at bjóða inn til okkurt áhugavert.

Tað er nógv sum týður uppá, at vit fáa eina serstakliga vakra skútu at skoða á Torradøgunum. Um alt gongur eftir vild, sum tó ikki er sikkurt í skrivandi stund, so kann tað verða, at nýggi Christian í Grótinum sæst á Pállinum seint í Torravikuni.

Samskipri av Torradagarnar hevur verið Dávur Winther, sum sigur, at ongi óráð verða tikin fyri í mun til sóttina. Dagarnir verða tí ikki so pinnpakkaðir, sum teir onkuntíð hava verið. Tó er ikki so heilt lítið á skrá, so okkara partur skal ikki liggja eftir av tilgongdini at lata upp aftur, verður sagt við góðum treysti úr Býráðshúsinum í Klaksvík.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder