Mentan

Vága Pensjónistafelag hevur aðalfund

 Vága Pensjónistafelag hevur aðalfund og hugnaløtu í Bygdarhúsinum í Miðvági týsdagin, 5. apríl 2022 kl. 19.

2022-03-24 13:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á aðalfundinum, sum verður sambært lóg felagsins, er eitt nú val av nevndarlimum og eykalimum á skránni. Fleiri nevndarlimir leggja frá sær, og felagið heitir tí á limir um at bjóða seg fram og stilla upp til nevndarvalið.
Uppskot til aðalfundin skulu annars vera nevndini í hendi 10 dagar fyri aðalfundin.
Aftan á aðalfundin verður hildið fram við hugnaløtu og ábiti. Magnus á Stongum fer at syngja nakrar sangir, og Jógvan Ravnsfjall hugleiðir um ungdómsárini. Eisini verður felagssangur og søla av lutaseðlum.
Pensjónistafelagið vónar, at koronan er av á hesum sinni, og ætlanin er at taka uppaftur tiltøk, sum hava verið útsett eitt nú hugnakvøld.
Vága Pensjónistafelag er eisini Eldraráð í Vágum, og Eldraráðið hevur havt einstakar fundir og ætlar sær at skipa arbeiðið betur við regluligum fundum við stýrið fyri Vesturvón og við báðar kommunurnar.
Sambært viðtøkunum fyri Eldraráðið frá august 2016, skal ráðið ráðgeva stýrinum fyri Heimatænastuna í Vágum viðvíkjandi eldrapolitiskum spurningum og vera bindilið millum eldru borgararnar og kommunurnar, sigur Erhard Jacobsen, formaður í Vága Pensjónistafelag og Eldraráðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder