Atgongumerkini til Brimheim-konsertina 5. februar í Norðurlandahúsinum vóru skjótt útseld, men nú koronutilmælini eru broytt, ber tað kortini til at fáa fatur á atgongumerkjum. Nýggju tilmælini loyva nevniliga, at fleiri enn 100 fólk savnast, um har eru í minsta lagi 2 fermetrar fyri hvørt fólk. Og síðan stóra konserthøllin í Norðurlandahúsinum hevur ríkiligt av plássi, hevur húsið nú sett fleiri atgongumerki til sølu. Samanlagt fáa 250 gestir atgongd til áskoðaraplássini, tá ið Brimheim fer á pallin við sínum bólki 5. februar kl. 20.
Nýggju tilmælini merkja eisini, at Norðurlandahúsið kann selja fleiri atgongumerki til Sway-konsertina 29. januar kl. 15 og konsertina við Tórshavnar Big Band og Mads Mathias 29. januar kl.19.30.
Atgongumerki eru til keyps á nlh.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald