Í morgin fríggjadagin hin 25. november 2022, verður úrslitið av Landsseyðasýningini kunngjørt á Búnaðarstovuni.
Skráin til tiltakið, sum byrjar kl. 19.00, sæst á heimasíðuni, undir hesi leinkjuni: ÚRSLITIÐ AV LANDSSEYÐASÝNINGINI 2022 VERÐUR KUNNGJØRT 25.11.2022 (bst.fo)
Skráin fyri kvøldið verður hendan:
· Vælkomuheilsan og felagssangurin “Nú hvítna tindar fjøllum á”.
· Ari Johanneson vísir videoupptøkur av øllum teimum brundseyðum, sum hava verið meldaðir til landsseyðasýningina í ár.
· Kaffisteðgur.
· Ari Johanneson vísir videoupptøkur av teimum 8 brundseyðunum í hvørjum flokki, sum hava fingið flest stig.
· Niels Pedersen, formaður í Óðalsfelagnum, flytir fram røðu. Síðan kunngerð hann úrslitini av Landsseyðasýningini 2022 og handar virðislønirnar.
Tiltakið endar við, at Tjóðsangurin verður sungin.
Eftir sjálvt tiltakið eru fólk hjartaliga vælkomin at verða sitandi til eitt gott prát.
Stroymt verður frá tiltakinum. Leinkja til stroymingina verður løgd út á heimasíðuna hjá Búnaðarstovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald