Mentan

Ungdómsleikur berjist ímóti homofobi í fótbóltsheiminum

Hvat gert tú sum ungur fótbóltsleikari, um tú ert samkyndur, men tað ringasta tú kanst vera á ítrottarvøllinum og skiftingarrúminum er ein ”reyvari”? Á barna- og ungdómsfestivalinumFRÍTT FLOG sýnir Norðurlandahúsið sjónleikin Offside tann 28. mars, kl. 19. 

2022-03-23 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

OFFSIDE fer fram í einum lítlum fótbóltsfelag, har teir ungu dreingirnir droyma um at sleppa at spæla á meistaradeildini. Nick er ein av teimum bestu á liðnum og pápi hansara, sum eisinier venjari, hevur stórar ætlanir fyri sonin. Asbjørn er júst fluttur til býin, og kempa fyri at gerast ein partur av liðnum. Nick verjur Asbjørn, og teirra vinarlag broytist til forelskilsi. 

Slatur um at dreingirnir eru vornir góðir við hvønn annan fer at ganga beint áðrenn ein umráðandi dyst, har talentleitarir koma frá fótbóltsaksdeminum. Her gongur tað upp fyri Nick athann ikki bert skal stríðast fyri hesum á heimavøllinum. Har er ongin samkyndur leikari í  meistaradeildiniella er tað? 

 

Offside vísir okkum, hvussu ringt tað kann vera at koma út sum samkyndur í einum mannsligum ítrottarumhvørvi, har orð sum rumpari, geykari og genta verða brúkt niðrandi um leikarar, ikki duga nóg væl. Leikurin snýr seg um kærleika, normar, tabu og at standa við hvør mann er. 

 

Danska verkætlanarsjónleikarahúsið HiLS SiN MOR, í samstarv við Teatret Masken, hevur framleitt leikin. HiLS DiN MOR ger leikir við LGBTQ+ evnum sum snúningsdepil.Sjónleikarahúsið ger  sjónleik til ung, at tað er umráðandi at fáa kunnleika um kyn og kynslív, mann kemur í kynbúningaraldur og byrjar at menna sín samleika. 

 

Offside er stílað til børn, eru 13 ár og eldri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder