Vit eru nú fegin um at kunna kunngera, at longu nú í januar eru Kóboykex og Brimheim klár til Eurosonic Noorderslag (ESNS) 2023 í Hollandi.
Eurosonic Noorderslag, ella Eurosonic, sum tað mest verður stytt til, er ein stór stevna, ið hevur verið í Groningen í Hollandi hvørt ár síðan 1996. Festivalurin hevur verið á stórum og miðalstórum spælistøðum ymsastaðni í miðbýnum í Groningen í fýra dagar í senn, og mong halda hana vera tann týdningarmesta av sínum slag í Europa. Serliga tá ið talan er um livekonsertir.
Umframt konsertirnar verður sett ein víðfevnd ráðstevna við 150 kunnigum pallborðum, aktuellum orkaskifti og høvuðsrøðarum, umframt hópin av góðum netmøguleikum.
Festivalurin sjálvur upplýsir, at tey draga meira enn 40.000 fólk til sín um árið, herímillum meira enn 4.000 professionell tónlistaaktørar og heilar 400 festivalar.
Ígjørnum árini hava nøvn sum Aurora, Sam Smith, Wet Leg, James Blake, girl in red og fleiri onnur spælt fyri einum altjóða konsertskara tíðliga á síni yrkisleið.
«Hetta er ótrúliga spennandi!», sigur Glenn Larsen, leiðari í FMX (Faroe Music Export). «Tað er aftur eitt prógv um, at vit hava nógva, góða dygd í Føroyum, og at tað verður lagt merki til okkum. Fyrr hava vit havt sjey bólkar og einstaklingar á Eurosonic Noorderslag, tey 26 árini, festivalurin hevur verið. Nú hava vit tvey sama árið. 2023 byrjar við øðrum orðum væl, og vit hava haraftrar heili fýra nøvn á skránni til Trondheim Calling bara nakrar vikur eftir Eurosonic.»
Kóboykex gleðir seg eisini rættiliga nógv:
"Vit eru heilt uppi at koyra um at sleppa at framføra á Eurosonic 2023! Hetta er higartil størsti møguleiki, sum okkara bólkur hevur fingið. Eurosonic er størsti sonevndi ídnaðarligi tónleikafestivalurin í Europa. Vit í Kóboykex gleða okkum øgiliga."
Annar bíleggingarstjórin hjá Eurosonic Noorderslag, Oskar Strajn, er rættililga hugtikin av tilgongdini í Føroyum:
«Vit eru spent til at vera vertir fyri bæði Brimheim og Kóboykex á ESNS 2023. Tey bæði tónlistanøvnini gera veruliga vart við seg á altjóða tónleikapallinum og hava uppiborið at verða í brennideplinum á Eurosonic. Vit eru spent at síggja avrikini úr Føroyum tey næstu árini.»
FMX er á festivalinum saman við okkara føroysku umboðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald