Amnesty International Føroyar hevur sett Turið Mariu Jóhansdóttir í starv sum aðalskrivara.
Turið Maria er 35 ára gomul og er útbúgvin innan samfelagsvísindi.
Turið Maria er kent andlit í Amnesty. Í 2015 var hon í starvsvenjing hjá Amnesty, og var hon við at byrja arbeiðið at kanna umstøður kring neyðtøkur í Føroyum. Eisini hevur hon eitt tíðarskeið verið verkætlanarsett, har hon tilrættislegði undirvísing í mannarættindum hjá felagsskapinum. Turið Maria hevur drúgvar royndir i sjálvboðnum arbeiði í fleiri felagsskapum – eisini hjá Amnesty sum samskipari hjá sjálvbodnum og nevndarlimur. Turið Maria hevur drúgvar royndir í sam- og fyriskipan, bæði í dagliga arbeiðinum í Mentanarhølunum í Miðbýnum umframt í ymiskum felagsskapunum. Eisini hevur Turið Maria royndir úr øðrum felagsskapum sum aðalskrivari, stigtakari, sjálvboðin og nevndarlimur.
12 umsóknir komu inn til starvið sum aðalskrivari hjá Amnesty International Føroyar. Ein samdur setanarbólkur mælti nevndini hjá Amnesty at seta Turið Mariu i starv.
Turið Maria Jóhansdóttir tekur við starvinum 1. februar 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald