Mentan

Tú er bæði tað tú sigur og tað tú tigur

Tað er ógjørligt at vita, júst hvørja fjalda dagsskrá eitt annað menniskja hevur.

2022-02-22 11:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tí tað vit menniskju siga og gera, hongur ikki altíð saman. Hetta evnið viðger dansisýningin, sum verður framførd í Norðurlandahúsinum 1. mars, kl. 19.


Á pallinum stendur ein bólkur av norskum tannáringum frá ESC – ungdómsfelagsskapurin fyri samtíðardans, ið er eitt tilboð til norskan ungdóm við evni og áhuga fyri samtíðardansi. Á hvørjum ári verða umleið 12 dansarar í aldrinum 14-19 ár eggjaðir til at koma til upptøkuroynd. Felagsskapurin miðar ímóti at geva ungum íblástur og ein møguleika fyri at læra at dansa í eini royndskygdari yrkisframleiðslu. At vera teirra lopfjøl til eina framtíðar yrkisleið sum dansarar. Kanska sýningin kann geva íblástur til føroyskan ungdóm við áhuga í dansi?


Ungu norsku dansararnir trína á pallin við einari krevjandi dansisýning, ið bæði rúmar elementum frá samtíðardansi, fólkadansi og ítrotti, og sigur samstundis eina søgu um, hvussu vit menniskju spæla og skapa saman.


Dansisýningin er gjørd í samstarv við Bergen Dansesenter, BIT Teatergarasjen, koreografinum Sigurd Johan Heide (Kartellet) og tónaskaldinum Snorre Bjerck.


Atgongumerki eru til keyps á nlh.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder