Mentan

Tobias Rahim á Okkara Voxbotn 2022

Útseldar konsertir, milliónir av stroymingum og radiohittum. 2021 gjørdist árið, har Danmark av álvara fall fyri Tobias Rahim og hansara forførandi teksti, rúsandi ljóði og fangandi visuella heimi.

2022-04-29 17:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hann er eitt hitt heitasta og mest áhugaverda nýggja navnið í donskum popptónleiki, og nú kemur hann til Føroya. Háaktuelli Tobias Rahim við m.a. stórhittinum “STOR MAND”.

Tobias Rahin er satt listafólk, ið skapar sítt heilt egna rúm, har hann spælir við erligar kenslur og marksøkjandi skaldskap við øsandi, men vøkrum úttrykki. Talan er um eitt frírúm, har tað er pláss fyri tabu, politiskum boðskapum, veistlu, skemti, sex og ólukkuligum kærleika.

Sangir sum “Costa Del Sol Til København”, “Jesus” og “Mucki Bar” vitna um, at tað er trupult at seta listamannin í bás.  

Gleðið tykkum, tí tað verður VILT, tá Tobias Rahim trínur á pallin á Okkara Voxbotn 25. juni 2022. Atgongumerki fáast á ebillett.fo

Frammanundan er greitt at Rasmus Hagen, Michael Learns to Rock, Hugorm, Tungevaag, Brimheim, Safir og fleiri fara at framføra á Okkara Voxbotn.

Okkara Voxbotn 2022 í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, SMS, BankNordik, Posta, Eta, Bilrøkt, Okkara, Power, Sisu og Nema


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder