KRIS hevur sett í verk eina tilbúgving í samband við kynsligan ágang KRIS hevur seinastu nógvu árini veitt ráðgeving og undirvísing til bæði almennar stovnar og eisini persónar og familjur teirra. Hesi seinastu árini hava vit upplivað, at tørvurin á eini tilbúgving er nógv vaksin - bæði til leiðarar, lærarar, námsfrøðingar og starvsfólk annars, familjur og eisini tey, ið arbeiða við børnum og ungum í frítíðartilboðum. Fyrstu liður í eini tilbúgving er altíð fyribyrgjandi arbeiði og upplýsing – og hava vit í fleiri ár arbeitt við hesum. Tað eru tó seinastu árini komnir alsamt fleiri fyrispurningar um hjálp til at handfara støður á ymiskum stovnum kring landið - og eisini í familjum. Vit hava tískil víðkað okkara tilbúgving til eisini at fevna um:
- Kreppustøður
- Ráðgeving til stjórar, leiðarar & starvsfólk
- Ráðgeving til foreldur & familju
- Ráðgeving í samband við íverksetan av eini tilbúgvingætlan á stovnum og fyritøkum
- Undirvísing & upplýsing er framhaldandi ein partur av tilbúgvingini
Vit veita soleiðis ráðgeving til stjórar, leiðarar og starvsfólk, hvussu hesi kunnu handfara støður í samband við møguligan kynsligan ágang og har kynsligur ágangur er framdur. Vit veita ráðgeving, har stovnar ella fyritøkur ynskja at arbeiða við tilbúgvingarætlan og øðrum fyribyrgjandi tiltøkum. Vit veita eisini ráðgeving til foreldur og familjur teirra. Vit undirvísa og uppplýsa úti á skúlum, dagstovnum og frítíðartilboðum. Harumframt eru vit eisini tøk til at ráðgeva og vegleiða, tá ið kreppustøður hava tikið seg upp í samband við kynsligan ágang.
Tilbúgvingin í samband við kynsligan ágang svarar alt samdøgrið á tel. 448181. Eisini ber til at senda fyrispurningar á [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald