Mentan

Tíðindaskriv um nýggju Bíbliuumsetingina

Nýggja Bíbliutýðingin um at vera liðugtNú er møguleiki hjá øllum føroyingum, at lesa og gera viðmerkingar til nýggju føroysku bíbliuumsetingina.

2022-05-13 17:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leingið hevur hon verið ávegis, og nú er komið so langt, at til ber at lata alt Føroya
fólk, úti sum heima, lesa 1. Mósebók í nýggju týðingini av Bíbliuni. Tilfarið er lagt út á
heimasíðuna hjá Føroyska Bíbliufelagnum www.biblia.fo, har til ber at taka PDFútgávu av 1 Mósebók niður. Viðmerkingar til tilfarið kunna sendast á teldupostin
[email protected].
Tað var í 2016, at Hans Jacob Joensen, biskupur, sum andaðist beint fyri jól í fjør, var
liðugur at umseta alla Bíbliuna, uttan Sálmarnar, til føroyskt. David Johannesen,
prestur, hevur síðani týtt Sálmarnar.
Tað er stórarbeiði at týða úr hebraiskum máli, sum Gamla Testamentið er skrivað á og
úr grikskum, sum Nýggja Testamenti er skrivað á. Arbeitt verður við at lesa alla
Bíbliuna ígjøgnum við atliti til gudfrøðiliga trúvirðið, góðan málburð og orð, áðrenn
útgávan verður løggild og útgivin.
Nógv fólk í og uttanfyri Føroyar úr ymsum kirkjum og samkomum taka lut í arbeiðinum.
Føroyska Bíbliufelagið takkar øllum tykkum hjartaliga fyri ágrýtni og offurvilja í
verkinum.
Fíggjarliga avbjóðingin er stór, so hóast fleiri longu hava stuðlað Bíbliuútgávuni, er
framvegis tørvur á at fáa stuðul til verkætlanina. Til ber at stuðla við at flyta á kontu
hjá Bíbliufelagnum í Betri 9181-4929227.
Ætlanin er at nýggja Bíblian skal koma út í 2023. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder