Mentan

Tey drekka Føroyska mjólk í Odessa

Vit frá neyðhjálparfelagssakapinum Eysturhjálp, hava gjørt eitt stórt arbeiði við at hjálpa til í kreppuni í Ukraina

2022-04-11 10:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Okkara hjartamál er at hjálpa har neyðin er størst. Fyrst var tað flottar úr Ukraina sum flýddu til Moldova. Har hjálptu vit við madrassum, mati, pengum og aðrari neyðsynjarvørum.

Enn koma flottar tann vegin, tó munandi færri.

Higartil hava vit sent um 170 kubikk av neyðhjálp, umframt fitt av peningi.

Teir síðstu dagarnir hava vit hjálpt til inni í sjálvum Ukraina, har suðri í landinum.

Við hjálp frá okkara góðu vinum í Moldova, sum váða lív fyri at hjálpa til inni í Ukraina so vóru tey nú  m.a. í Odessa.

Við sær høvdu tey hálvt annað tons neyðhjálp frá okkum sum bleiv deilt út í Odessa men har ein partur skal víðari til sundurbumbaða býin Mykoloyiv.

Frá Føroyum fingu vit m.a. tveir plattar av haldførari mjólk frá Mólkavirkinum og sum nú verur deilt út í Odessa og Mykoliyiv.

Eisini hava tey við, frá okkum, kontantar pengar so tey sjálvi kunnu keypa medisin, mat og annað átrokandi. Orsøkin er tann at bankakervið er óvirkið og nær um ómøguligt at fáa kontantan pengar.

Alt arbeiði verur gjørt gjøgnum kirkjunum á staðnum.

Jú vit gera mun, har vit eru.

Pengar til at keypa við har eysturi, er eitt sera týðandi amboð í hesum døgum, har kann tú vera við at stuðala á konto 9865 9931400

Tíðindaskriv

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder