Mentan

Takmýrar tyrvdar

Takmýrar millum Skálavík og Húsavík er eitt vátlendi við mýrum og áhugaverdari floru, har nógvur heiðafuglur heldur til - eitt sera vakurt øki og eitt av sereykennunum hjá Sandoynni.

2022-03-18 11:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Herfyri hendi tað, at mold, sum kemur frá arbeiði í Skálavík, er dumpað omaná hetta økið og alt tað nátúrliga margfeldni, sum var hagablettinum, er harvið køvt.


Eisini siðsøgulig virði eru hótt, tí moldin er løgd skamt við ikoniska “Nykasteinin” hjá Húsfrúnni. Søgnin sigur, at Húsfrúgvin i Húsavík hevði ein so fittan og sterkan nyk at hjálpa sær, tá hon bygdi harragarð sín í Húsavík. Nykurin legði halan kring klettar í haganum og dróg teir til Húsavíkar. Ein dagin, tá húsini eru um at vera liðug, er nykurin komin í Takmýrar við einum sera stórum kletti, tá slitnar halin og Nykurin tekur til beins í Lítlavatn. Steinurin sigst vera tann, sum sæst á myndini, og spurningurin er nú, um hann eisini skal tyrvast ?


FNU mótmælir vandaliseringini av Takmýrunum og setur fram spurningin, hvat friðingarnevndirnar í Sandoynni siga til hetta - og eisini, hvat VISITSANDOY sigur.


FNU 18. mars 2022

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder