Slóðirnar, ið vit leggja eftir okkum, fara at siga komandi ættarliðum av føroyingum nakað um okkum. Hvørjar søgur munnu fara at verða sagdar um okkum, sum liva nú? Júst hetta snýr ársins summarframsýning seg um, sum listamenninir Christoph og Sebastian Mügge seta upp í Norðurlandahúsinum. Framsýningin Circular Faroe Tales letur upp 7. juni, kl. 16.
Brúktar tannbustir verða til list
Brúktar tannbustir, seyðaskøltar, sokkabuksur og fiskireiðskapur. Hesir og fleiri aðrir gerandislutir eru við í Summarframsýningini 2024, sum svensku-týsku brøðurnir Christoph og Sebastian Mügge hava sett upp. Teir báðir skapa staðbundin listaverk við gerandislutum, sum teir savna saman. Í hesum føri hava privatpersónar latið nakrar av lutunum.
Søgur um Føroyar
Framsýningin Circular Faroe Tales, nýtir klingrutan frásøguhátt og snýr seg um sirklar, bæði úrtøkiligar og ítøkiligar - sum t.d. aliringar. Listaverkini lata so hvørt upp fyri einari rúgvu av søgum um dýrgripir, rusk, sannroyndir, fantasi, sannleikar og misskiljingar og máa burtur markið millum veruleika og ímynding. Saman eru hesir lutir eitt endurljóð av teimum skiftandi virðum og sundurgreiningum, sum eru eyðkenni fyri hvørt ættarlið.
Um listamenninar
Listamenninir Sebastian og Christoph Mügge er føddir í Týsklandi og búsitandi í Svøríki. Saman hava teir fingið í lag fleiri stórfingnar framsýningar, sum eru grundaðar á eina samanseting av lutum, sum teir hava funnið, og teirra egna serstaka tilfari. Við framsýningunum kanna teir, hvussu tvístøður ávirka okkara gerandisdag, ítøkiligu og talgildu slóðirnar, ið eru eftir okkum, tá vit eru farin hiðani, og avbjóðingarnar við søgusiging og reinging av søguligum sannroyndum.
Kunning
Circular Faroe Tales letur upp mentanarnáttina, fríggjadagin 7. juni, kl. 16. Øll eru hjartaliga vælkomin til fernisering, har høvi verður at heilsa upp á listamenninar.
Framsýningin verður opin til og við 11. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald