Politikkur

Styttri arbeiðsvika handlar um trivna og vælferð

Rákið er meira orka og tíð til familjulív

2022-05-27 13:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hava seinastu tíðina varpað ljós á at stytta arbeiðsvikuna úr umleið 40 tímum og niður í 37 tímar. Nakrir politiskir flokkar hava víst hesum áhuga, meðan nakrir flokkar eru meira ivasamir. Í Íslandi t.d. er styttri arbeiðsvika á almenna arbeiðsmarknaðinum gjøgnumført.


Tað, sum serliga hevur verið ført fram er, at hetta fer at kosta tí almenna hundraðtals milliónir og at tað fer at hava við sær stóran mangul upp á arbeiðsmegi.


Fakfeløgini hava í hesum sambandi gjørt eitt áhugavert greiningararbeiði um endamál, avleiðingar o.a. Eg fari her at endurgeva nakrar av teimum niðurstøðum, sum standa í frágreiðingini: 37 TÍMA ARBEIÐSVIKA - FYRIMUNIR OG VANSAR.


Hvat er endamálið?

Sambært frágreiðingini er endamálið við at stytta arbeiðsvikuna m.a.:


  • Betri vælvera og heilsa, eisini sálarliga
  • Betri javnvág millum familju- og arbeiðslív


Hvørjar eru avleiðingarnar?

Sambært frágreiðingini eru avleiðingarnar av at stytta arbeiðsvikuna m.a.:


  • Øktur produktivitetur og effektivitetur
  • Færri sjúkradagar
  • Økt livigóðska
  • Minni strongd
  • Javnstøða millum kynini
  • Kappingarføri óbroytt


Ein styttri arbeiðsvika fer at kosta tí almenna netto einar 70 mió. kr. - og ikki 600-700 mió. kr., sum onkur hevur roknað seg fram til. Styttingin av arbeiðsvikuni kann fremjast yvir eini 3 ár.


Politisk undirtøka neyðug

Eg haldi, at hetta málið er bæði áhugavert og viðkomandi fyri at skapa trivna og harvið styrkja og menna okkara vælferðarsamfelag. Alt bendir á, at fyrimunirnir upp á sikt við at fremja hetta í verki, eru munandi størri enn teir vansar, sum evt. máttu veri.


Spurningurin um at fara longur niður í arbeiðstíð ella 35 tíma arbeiðsviku, eigur eisini at verða viðgjørdur, soleiðis at vit ikki aftur skulu bíða í 30-40 ár til hetta hendir. Kanningar vísa nevnliga, at 35 tíma arbeiðsvika er tann optimala arbeiðsvikan og avleiddu lønarútreiðslurnar ikki ræðandi hægri.


Tí mæli eg til politiskt at viðgera hetta arbeiðsmarknaðarmálið seriøst og skapa karmar fyri at arbeiðast kann víðari við at loysa málið í hesari tingsetuni. Hetta verður m.a. gjørt við at tryggja fígging av einari hækking av lønarútreiðslunum.


Um politiska skipanin, eftir at hava viðgjørt hetta málið, kemur til, at útgreiningararbeiðið er eftirfarandi, so meti eg, at breið undirtøka eigur at verða fyri hesum broytingum á almenna arbeiðsmarknaðinum. 


Johan Dahl

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder