Vinna

Størsta handverkaramessa nakrantíð

Fríggjadagin skipar Bygma Balslev fyri handverkaramessu, sum verður hildin annaðhvørt ár. Í 2020 var hon tó avlýst í síðstu løtu vegna korona, men nú er hon aftur og hon verður størri enn nakrantíð.

2022-05-18 11:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eins og undanfarin ár verða stór tjøld sett upp nordan fyri bygningarnar í Hoyvík.

Ikki færri enn 44 veitarar verða umboðaðir í ár, og tað er tað mesta higartil. Merkini umboða tað besta av tí, sum Bygma Balslev hevur bjóða fakfólki í byggivinnuni. Talan er um tilfar, amboð, maskinur, klæðir, gólv, vindeygu og annað.

Nógv serstøk messutilboð eru. Vanligt er at vitjunartalið hevur verið upp í móti 2.000 fólkum.

Eins og undanfarin ár, bjóða fyrireikararnir bæði mat og drekka.

Nógv spildurnýggj amboð og nýtt tilfar verða at síggja á teimum 1.192 fermetrunum, sum verða karmar um messuna í ár. Hetta er ein gyltur møguleiki hjá fakfólki at síggja og halda hesum tólum í hondini, eins og tað er fínur møguleiki at hitta starvsfelagar úr øllum landinum.

Handverkaramessan verður sett av Heðin Mortensen, borgarstjóra, fríggjadagin klokkan 14 í tjøldunum norðan fyri bygningarnar hjá Bygma Balslev í Hoyvík. Messan er opin til klokkan 20. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder