Mentan

Stórsligin konsert í Vestmanna kirkju mikukvøldið

Á konsertini fara Tær 4 úr Frelsunarherinum í Havn, Magni Chrisiansen, Jens Marni Hansen og Vestmanna Kirkjukór at framføra.

2022-05-24 22:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Konsertin er startskotið til Bátastevnuna, sum verður um vikuskiftið – ein kundi sagt, at konsertin leggur lunnar undir Bátastevnuna 2022.

Vestmanna Kirkjukór, sum skipar fyri konsertini, fer at framføra einsamalt, men eisini saman við Bergtóri Hjelm Bjarkhamar. Somuleiðis fer Jens Marni Hansen á sín serstaka hátt at syngja saman við Vestmanna kirkjukóri.

Konsertin verður mikukvøldið klokkan 20.00 og ókeypis

Øll eru væl komin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder