Mentan

Stella Zachariassen sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvik

-

2022-01-25 07:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

SelviZach Arts by Stella Zachariassen hevur aftur í ár máningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hesuferð verður framsýningin frá fríggjadegnum 27. Januar og heldur fram til og við týsdagin 1. Februar.

Heitið á málningaframsýningini er HEIMLANDIÐ, og eru hetta málningar hjá Stellu, sum lýsa Føroyar gjøgnum hennara eygu Stella vísir við sínum málningum ymisk fyribrygdi, mentanarvirði, lív og náttúrustøð, sum hon fangar tað við sínum eygum. Eisini kann leggjast afturat at málningarnir eru sera litríkir.

Stella tekur í løtuni eina listútbúgving og tað er við hesum ymisku førleikum hon hevur málað hesar málningar.

Ein kapping er á hennara facebook síðu í samband við framsýningina. Lesið har um meira.

Opið verður soleiðis:
28/1. 12-18
29/1. 10-16
30/1. 14-18
31/1. 12-18
1/2. 12-18


Øll eru hjartaliga vælkomin

Tit kunnu eisini síggja og lesa meira á  facebook/SelviZach Arts og á Instagram/stella_zachariassen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder