2022-05-04 09:55
Tordis hevur námsfrøðiliga útbúgving frá Hjørring Seminarium, har hon var liðug í 2001. Hon flutti aftur til Føroyar í 2006 og byrjaði í Alvalon sama ár, og fram til 2016 var hon varaleiðari á stovninum.
Eftir hetta hevur Tordis starvast í dagstovnaøkinum hjá Vága kommunu, og eisini tikið skeið í leiðslu, og B.A. í námsfrøði.
Sostatt hava vit fingið ein leiðara við drúgvum námsfrøðiligum royndum og leiðsluroyndum, eins og hon kennir bæði stovnin og flestu starvsfólkini.
Í løtuni eru yvir 100 børn í Alvalon, og aftaná summarferiuna verður talið 92.
Sørvágs kommuna ynskir Tordis blíðan byr í leiðarastarvinum, og fyrsti arbeiðsdagur hennara verður mánadagin 9. mai
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald