Mentan

So rundaðu vit tær 6.000 harurnar

-

2022-01-15 09:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú vit eru komin til hálva januar, eru tilsamans 6.158 harur skrásettar frá 711 túrum í 237 høgum kring landið. Men enn mangla nógvir hagar at skráseta.

Úrslitini eru víst á kortinum niðanfyri:
- Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skrásettar (ovara talið). Niðara talið, sum stendur í parantes ( ), er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil.
- Fyri teir "reyðu hagarnar" er enn einki skrásett.
- Í teimum “gulu høgunum” hava teir IKKI skotið harur í 2021.
Er fari tí enn einaferð at heita á harumenn um at skráseta túrarnar
Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni “Haran.fo”. Eisini ber til at ringja til mín (Eyðfinn Magnussen) á tel 26 58 31.
- brúkaranavn: hs

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder