Mentan

Snjósystirin er jólakalendarin í barnaútvarpinum 2022.

  Ein søga í 24 pørtum

2022-11-29 16:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Søgan snýr seg um Jóal, sum hevur føðingardag sjálvan jólaaftan, og sum plagar at vera besti dagur í árinum. Men í ár er einki, sum tað plagar at vera, tí Jóal og familjan syrgja stórusystrina, Juni, sum er deyð. Jóal heldur, at jólini rætt og slætt eru avlýst. Men ein dagin hittir hann ta lívsglaðu Hildigunn. Hon minnir hann á, hvussu góð jólini kunnu vera. Hon bjóðar honum heim til teirra í Villa Kvist at drekka kakao og eta sipopskøkur, og Jóal fer so smátt aftur at trúgva, at jólini kunnu koma kortini.

Men okkurt er við húsunum, sum Hildigunn býr í. Og hvør er hasin gamli maðurin, sum er í garðinum uttanfyri? Og Hildigunn, hvat er tað, sum hon ikki vil tosa um?


Snjósystirin er ein vøkur, fjálg og kenslulig søga, sum er um allan tann jólalongsul, ið vit øll so væl kunnu kenna okkum aftur í. Ein søga at taka fram aftur og aftur, har til ber at frøa seg um at vera á lívi, og at ynskja sær og hvørjum øðrum eini góð og gleðilig jól.



Bókin um Snjósystrina, er vøkur bók, sum kom út á føroyskum í 2019, myndirnar hevur Lisa Aisato teknað. Maja Lunde hevur skrivað og Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.


Í útvarpinum verður jólakalendarin um Snjósystrina at hoyra hvønn morgun kl. 7:15, og leygarmorgun og sunnumorgun kl.10:05. Eisini verða partarnir lagdir út á heimasíðuna, so hvørt teir verða sendir.

Tey leikandi eru:

Sølvi Næs Hoydal, Sanna Bæk Hoydal, Leo Lávík, Lív Højsted Horsdal, Bjørn M. Mohr, Hans Tórgarð.


Páll Danielsen leikstjórnar og Finnur Hansen ger ljóðmyndina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder