2022-03-22 18:28
Nýskrivaði og aktuelli leikurin KRÍM ABC, eftir Kristinu Sundar Hansen, samansjóðar vísindi og ævintýr og er ein upplýsandi og undirhaldandi ferð inn í kroppin og heilt inn í kyknurnar. Hann snýr seg um æviga bardagan millum virus og verjuskipan, men eisini um Sørin og læsta skattkamarið hjá kongi.
"Seinastu tvey árini hava verið heilt serlig. Og hóast vit nú hava sagt virusinum og koronu farvæl, er líkt til, at fleiri heimsfarsóttir kunnu koma í framtíðini og leikurin er ætlaður sum eitt íkast til samrøðu um kyknur og verjuskipan, virus og aðrar hóttarnir, sum kroppurin møtir hvønn dag," sigur Kristina Sundar Hansen.
Sýningin er skapt á gólvinum saman við leikbólkinum, ið telur Hjálmar Dam, Nicolaj Falck, Vár Bech Árting og Sámal Hildibjartsson Hansen. Í fyrsta umfari verður vitjað á skúlum kring landið, men seinni í vár verða eisini almennar sýningar á Tjóðpallinum.
1. Apríl verður Gandafloytan eftir Mozart sum føroysk barnaopera frumsýnd á Tjóðpallinum. Har hitta vit prinsin Tamino, prinsessuna Paminu, fuglafangaran Papageno, fuglagentuna Papagenu, tey trý gátuføru børnini, Náttardrotningina, tær tríggjar damurnar, Monostatos, prestarnar og høvuðsprestin í Vísdómstemplinum, Sarastro.
Leikarar og sangarar eru Birita Adela Davidsen, sopran og Douglas Yates, bariton, umframt 14 gentur í aldrinum 8-12 ár úr leikbólkinum hjá Tórshavnar Kvøldskúla. Annfinnur Heinesen er leikstjóri og frásøgufólk og Jóhannes Andreasen er kapellmeistari.
Gandafloytan er ein nýggj og spennandi samstarvsverkætlan millum Opera.fo, Tórshavnar Kvøldskúla og Tjóðpall Føroya.
Les meira her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald