2022-04-12 21:00
Tað eru fleiri skip farin á svartkjaftaveiðu á Grásonufeltinum, sum er sjóøki millum Føroyar og Bretland.
Føroysku skipini Birita, Finnur Fríði, Christian í Grótinum og Vestmenningur eru á svartkjaftafeltinum í kvøld. Gøtunes hevur sett kós suður ímóti feltinum.
11 russisk skip eru á Grásonufeltinum.
Fimm íslendsk skip eru eisini á veg suður á Grásonufeltið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald