Politikkur

Skattaprosentið lækkar og barnafrádrátturin hækkar

Á býráðsfundi í gjárkvøldið, endaliga samtykti býráðið í Vága kommunu uppskotið til fíggjarætlanina fyri 2023. Fíggjarætlanin varð einmælt samtykt.

2022-11-23 12:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2023 er inntøkan mett at verða 109.009.685 kr. góðar 2,7 milliónir meir enn í 2022. Fíggjarætlanin javnvigar við 133.347.982 kr.


Býráðið hevur samtykt at lækka skattin við 0.25%, frá 22% til 21.75% umframt at hækka barnafrádráttin við 1.000 kr. úr 5.500 kr. til 6.500 kr. Hetta fyri at lætta um hjá familjunum nú ógvusligu príshækkingarnar eru í samfelagnum.


Býráðið metir at tað fer at kosta 99.546.418 kr. at reka Vága kommunu í 2023, ein hækking á uml. 1,8 milliónir ella 1,9% vøkstur í mun til 2022. Hækkingin stavar frá skipan av serstovu á dagstovnaøkinum og økta virkseminum á barna- og ungdómsøkinum. Løgurnar eru mettar til 33.901.564 kr.


Fíggjarætlanin fyri 2023 hevur eitt hall á 24.438.297 kr., skuldin hjá Vága kommunu í 2023 verður sostatt mett til 0.85% av eini álikning um allar íløgur sum liggja í ætlanini verða gjørdar við árslok 2023.


Tað sum serliga tyngir fíggjarætlanina hjá Vága kommunu er liðugtger av 2.byggistigi av Skúlanum á Giljanesi. Eftir ætlan verður klárt at taka 2.byggistig í nýtslu næsta skúlaár.


Aðrar størri íløgur sum býráðið hevur sett fígging av til í 2023 er ein útbygging av barnagarðinum Sóljugarði í Sandavági. Barnagarðurin verður útbygdur við áleið 150 m2, sum koma at betra munandi um umstøðurnar hjá børnunum og starvsfólkunum í Sóljugarði.


Á tekniska økinum er fígging millum annað sett av til verkætlanina Tvørgarður. Hetta er ein ógvuliga gomul verkætlan, sum er vegurin frá Tvørgarði norð á Rygg, sum verður ein tryggari farleið hjá børnum t.d norðuri á Heiðum at koma inn á Giljanes í skúla, uttan at skula oman á landsvegin sum liggur ígjøgnum Miðvág. Henda verkætlanin fer at bøta munandi um ferðslutrygdina í bygdini.


Kirkjugarðurin í Miðvági skal dagførast og fríðkast, millum annað við ljósi, og kirkjugarðurin í Sandavági skal útbyggjast í 2023. Í Vatnsoyrum verður prosjektering og byggibúning gjørd av nýggjari útstykking inni í bygdini.


Peningur er settur av til miðstaðarøkið í Sandavági og í Miðvági, harímillum ljós til viðarlundina.


Á kommunalum bygningum skulu umleggingar gerast til grønar orkuloysnir og takið á Listastovuni verður skift, sum eisini kemur at bøta um á grøna økinum.


Aðrar íløgur á tekniska økinum eru dagføringar av bingjuplássinum, havnum og lendingum. Og grótbrotið í Sandavági verður gjørt klárt til vinnuøki.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder