Fólkakirkjan skrivar:
Andaktir: Hjá nógvum føroyingum er tað, at hava eina andakt hvønn dag, ein siður, ið ein helst ikki hugsar so nógv um í tí dagliga.
Hetta, at kunna seta seg í kvirru við eini opnari Bíbliu, eini andaktsbók og vera í bøn, er ein partur av teirra andaliga lívi – fyri seg sjálvan ella saman við familjuni.
Nógvar góðar andaktsbøkur eru í at velja á føroyskum, men flestu teirra eru sum oftast týddar úr donskum og norskum.
Nógvum dáma eisini væl at seta seg eitt leygarkvøld við eini lestrabók, har teksturin til sunnudagin verður umrøddur. Um ein heldur, at ein lestur til eina gudstænastu kanska er í longra lagi at lesa, so finst haraftrat ein styttri útgáva í hesum sambandi.
Her er talan um bókina ”Í morgin er sunnudagur” eftir prestin, Johan Weihe, sum Heimamissiónsforlagið gav út í 1992. Nevnast kann, at foreldur hansara fostraðu mammu Sigrun upp, frá tí at hon var hálvt ára gomul. Tey eru tí mestsum vaksin upp sum systkin, og at meta sum nærmasta familja hennara.
Tað, sum tó sermerkir allar hesar føroysku bøkurnar og tær týddu er, at tær eru altso ... bøkur. Fleiri eru helst tey, sum kundu ynskt sær møguleikan at hoyra ein lestur ella andakt, uttan tó at hetta hevur verið gjørligt.
Júst hetta er tað, sum Kirkjuliga Heimamissiónin í Nesvík ætlar at bøta uppá. Einaferð seinni í ár kemur andaktsbókin ”Úr trúarinnar heimi” út sum ljóðbók. Peter Jacob Sigvardsen týddi hana til føroyskt, og hevur givið hana út á egnum forlagi. Sigrun Hammer er hon, sum lesur tær inn.
- Tað var meiri og minni av tilvild, at hetta samstarvið kom í lag, greiðir Sigrun frá.
Ókeypis bók
Tann andaktsbókin, sum Sigrun Hammer byrjaði at lesa inn á heysti í fjør, kom út í 1962 við heitinum ”Fra troens verden”.
Tað er danski rithøvundurin og biskupurin Kai Jensen (1899-1963), sum skrivaði bókina við íalt 140 andaktum. Kai gjørdist biskupur í Århus stift í 1962, og var í embætinum til hann andaðist bert átta mánaðir seinni.
Hóast hann einans gjørdist 64 ára gamal, rakk hann at røkja ein hóp av álitisstørvum, bæði sum formaður í grunnum, skúlum og nevndum. Men hann brúkti tíðina væl, og hevði eisini stundir at sita í kvirruni og skriva hesar 140 andaktirnar.
Í bókini ”Úr trúarinnar heimi” eru í alt 140 stuttar andaktir
Einum, sum dámdi hesar andaktir væl, var tann nú 90 ára gamli gjáarmaðurin, Peter Jacob Sigvardsen. Hann hevur givið eitt stórt tal av bókum út, skrivað nógvar sálmar – og nú eisini týtt andaktsbókina hjá Kai Jensen.
Bókin var útgivin í 1962 á donskum, men er nú útkomin á føroyskum á egnum forlagi hjá týðaranum 60 ár seinni.
At geva bøkur út kostar ikki einki, men Peter Jacob gevur ikki hesa bókina út við vinningi fyri eyga. Nei, ætlanin er at hon skal býtast út ókeypis.
- Ætlanin er, at hon skal býtast út, serliga til tann eldra partin av fólkinum, eins og hon verður løgd á ellisheim og sjúkrahús, upplýsir Carsten Fonsdal Mikkelsen, ið starvast sum trúboðari og miðlafólk hjá Heimamissiónini.
Rithøvundinum Kai Jensen (í miðjuni) eydnaðist bert at vera biskuppur í átta mánaðir. Her er hann umgyrdur av tveimum starvsfelagnum í samband við eina kirkjuliga tænastu
Øðrvísi avbjóðing
Sigrun Hammer hevur verið deknur í Havnar kirkju síðani 2002.
Hesi meiri enn 20 árini hevur hon lisið tað, sum lesast skuldi í samband við tær regluligu gudstænasturnar. Men ein dagin fekk hon brádliga eina heilt aðra avbjóðing við upplestri sínum.
Hon kom á tal við Peter Jacob Sigvardsen, sum greiddi frá hesi andaktsbókini, ið hann hevði týtt til føroyskt.
- Hann spurdi meg, um eg hevði hug at lesa lestrarnar inn. Og eg segði bara, at tað var í lagi, sigur Sigrun.
Sum avtalað, so gjørt. Og í heyst byrjaði hon at lesa tær 140 andaktirnar inn, og er komin væl áleiðis við upptøkunum. Ætlandi eru tær allar lisnar inn tíðliga í vár.
Peter Jacob Sigvardsen er 90 ára gamal, og hevur latið ein hóp av bókum og sangum eftir seg, - nú eisini týðing av eini andaktsbók (Mynd: Trúboðin)
Krevur fyrireiking
Tað er sjálvandi munur á at lesa eina inngangsbøn, eina útgangsbøn, ein lestur í kirkjuni, ella ein morgunlestur í útvarpinum, og so at lesa eina stutta andakt hjá Kai Jensen, sum bert tekur nakrar fáar minuttir.
Júst tað hevur Sigrun eisini sannað, nú tær fyrstu 40 andaktirnar eru tøkar at lurta eftir.
- Tann størsti munurin at lesa eina slíka andakt ella at hava eina deknagudstænastu, er tíðin, ið eg brúki til fyrireika hetta.
- Eg brúki nógva tíð at fyrireika meg, áðrenn eg lesi upp, og eg lesi altíð tilfarið ígjøgnum fleiri ferðir, greiðir hon frá.
Ein munur er sjálvandi hann, at tá tú lesur inn á henda hátt, ber altíð til at steðga á og at gera neyðugar rættingar.
Men, sum hon sjálv sigur:
- Jú, tað er lættari. Men eg ynski kortini altíð, at ein andakt ella ein morgunlestur verður tikin upp í einum.
Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)/Mynd: kvf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald