Mentan

Sig frá søguni um Føroyar

Seinastu árini hevur Visit Faroe Islands havt førleikamennandi tiltøk fyri ferðavinnuni í lágárstíð. Fyri jól var tiltak um kommunala leiklutin í ferðavinnuni og komandi mánaðirnar verður skipað fyri fyrilestrarøð við heitinum ’Sig frá søguni um Føroyar’.

2023-01-19 14:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

’Sig frá søguni um Føroyar’ 


Seinastu árini hevur Visit Faroe Islands havt førleikamennandi tiltøk fyri ferðavinnuni í lágárstíð. Fyri jól var tiltak um kommunala leiklutin í ferðavinnuni og komandi mánaðirnar verður skipað fyri fyrilestrarøð við heitinum ’Sig frá søguni um Føroyar’.  


Endamálið við fyrilestrarøðini er at kasta ljós á evni, ið eru serliga áhugaverd at greiða ferðafólki frá. Vit møta ferðafólkum nógva staðni, tað kann verða tá ið ein ferðaleiðari ger túrar við bólkum, men tað kann eisini verða tá ið ein arbeiðir á hotellum, á kaffi- og matstovum, leigar gisting út, hevur Heimablídni o.s.fr. 


Góða frásøgnin og vitan um landið vit øll umboða, er avgerandi vilja vit veita gestum eina góða tænastu. Jú betri kunnaði ferðafólk eru, betri er grundarlagið eisini fyri áhugaðum gestum, ið vísa tí serføroyska áhuga og virðing.  


Um tú hevur hug at uppfríska tína vitan um Føroyar og at betra um frásøguførleikarnar, er upplagt at koma við á fyrilestrarøðina.  


Fyrsti fyrilesturin verður mikukvøldið 25. januar kl. 19 í Jarðfrøði.  


Fyrilestrarhaldarar (25. jan):
 

Magnus Gaard, náttúra og burðardygd 
Uni Árting, Føroya Jarðfrøði 
Johnny í Grótinum, Føroyski búskapurin


At enda kemur Magnus Gaard eisini at greiða stutt frá um ferðaleiðaraútbúgvingina á Miðnám í Vestmanna. 

Kaffi verður í steðginum og tiltaki endar í áleið klokkan 21.  


Hini tiltøkini verða mikukvøldi 22. Februar og 22. mars. Nærri kunning verða um hesi seinni. 

Tiltøkini eru ókeypis, men neyðugt er við tilmelding. Vælkomin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder