Selma: Havi málað nú í nøkur ár. Verið á nógvum skeiðum hjá ymiskum føroyskum listarfólkum. Eg máli mest naivar málningar.
Mær dámar sera væl at verða skapandi. Ìblásturin at mála fái eg úr ymiskum gerandis løtum. Eg havi arbeitt nógv við børnum og fingið mangan íblásturin av tekningum teirra, til glaðu motivini. Eri góð til at eygleiða og leggi merki til smáu detaljirnar, og kann gott fáa ein málning burturúr tí.
Listarfólk í navistiska heiminum, hugtaka meg eisini, og geva mær eisini íblástur til mína list.
Framsýningin opnar Dýra Biðidag kl 14 og heldur fram til og týsdagin 17 Mai.
Opið er soleiðis:
Fríggjadag kl 14-18
Leygardag kl 15-18
Sunnudag kl 15-18
Mánadag kl 15-18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald