Politikkur

Sáttmálin undirskrivaður til Fámjinstunnilin

Í dag er ein stórur dagur, tí í dag er sáttmálin millum Landsverk og J&K Petersen um arbeiðið at gera tunnil og vegirnar til nýggja Fámjinstunnilin, undirskrivaður.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk og Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk og Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen

2022-05-25 19:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Landsverk: Tað vóru Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk og Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, ið skrivaðu undir sáttmálan.

Hetta hendi á lítlari samkomu á Landsverki, har fólk sum hava arbeitt við verkætlanini vóru hjástødd, umframt at Uni Rasmussen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, eisini nýtti høvið at vera til staðar hesa stóru løtuna.

Fámjinstunnilin verður umleið 1200 metrar langur, við tveimum breytum. Tunnilin far alla ta kravdu trygdarútgerðina, ið ein tílíkur tunnil skal hava í dag. Tað er LBF, ið hevur staðið fyri prosjekteringini av verkætlanini.

Avtalan við J&K Petersen er á umleið 150 mió kr, men samlaði kostnaður fyri alla verkætlanina, er mettur at vera 207 mió kr. Seinni í ár er ætlanin at bjóða el-arbeiðið í tunlinum út, ið er alt arbeiðið, við eitt nú ljósum og trygdarskipanini.

Ætlanin er at arbeiðið byrjar sum skjótast á plássinum í Ørðavík, har J&K Petersen fyrst byrjar at grava av fyri vegnum, ið skal ganga fram til tunnilsmunnan.

Eftir ætlan byrjar sjálvt tunnilsarbeiði seinni í ár, og øll verkætlanin skal eftir ætlan verða liðug miðskeiðis í 2024.

Sí myndir frá samkomuni í dag her. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder