Mentan

Samkirkjudagar í Vága prestagjaldi, hildnir í Miðvági

Í døgunum 26. -29. mai verður skjøtul settur á kirkjudagar í Føroyum. Dagarnir eru byrjanin til eitt størri tiltak, sum skal varpa ljós á kristindómin í landinum. Eins og í okkara grannalondum erudagarnir samkirkjuligir. Samkomur, fríkirkjur, Katólska kirkjan, Føroyska Fólkakirkjan savna kirkjulívið saman í Føroyum tvørturum mørk. Byrjað verður í smáum, men tiltøk eru allar dagarnar.

2022-05-20 12:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Yvirskriftin á Samkirkjudøgum er “Skriftin á vegginum”. Og “Skriftin á vegginum” liggur á ljóði sum hugskotsgevi til samtalu, kjak, áminning og umhugsan í øllum tiltøkum.

Jógvan Fríðriksson biskupur setur Samkirkjudagar 26. mai við eini gudstænastu, sum verður kallað Grøn samkirkjugudstænasta. Síðani verður hildið fram hósdagin við framløgum og pallborði um Skapan og grøn-hugsan. Sálmaverksmiðja verður fríggjakvøldið og leygardagin verða evni tikin upp, sum taka støði í “Skriftin á vegginum”. Í hesum sambandi verða tvær verkstovur leygardagin og aftaná pallborð mannað við 5 fólkum. Ein fyrilestur verður í Miðvágs kirkju um sama evnið við danska prestinum í Sankt Pauls kirke í Keypmannahavn, Kathrine Lilleør.

Allar dagarnar verða konsertir, hósdagin 26 mai verður gospelkonsert í Miðvágs kirkju við songbólkinum Suð. Fríggjadagin 27. mai verður konsert við Gøtu Kirkju ungdómskór og Teitur Lassen. Leygardagin 28 mai verður stór útikonsert. Fleiri av okkara fremstu tónleikarum fara at framføra.

Harumframt verður eitt spennandi ungdómsmøti fríggjakvøldið, og leygardagin fyrrapart verður sjógleði við Alduni og pílgrímsferð aftaná.

Listaframsýning verður í Listastovuni í Miðvági, og bókaframsýning verður í kirkjukjallaranum allar dagarnar kl. 16.00 – 19.00, har onkur framløga eisini verður. Matstovan í Bygdarhúsinum í Miðvági og cafein á Gamla Hotelli, verða opin allar dagar, har til ber at keypa sær mat og drekka.

Skráin sæst á heimasíðuni: samkirkjudagar.fo, folkakirkjan.fo og á facebooksíðuni Kirkjurnar í Vágum í Vágum og Mykinesi.

Vegna Samkirkjudagar

Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð

Skráin her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder