Mentan

Samhugatiltak á Tvøroyri

Í kvøld klokkan 18.00 verður stutt samhugatiltak fyri Ukraina og øðrum krígsraktum økjum í heiminum.

2022-03-02 14:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tiltakið verður uttanfyri Kongaliga handilin á Tvøroyri.

Dagfinn Olsen úr Vági hugleiðir, Jónsvein Bech, prestur, lýsir frið og tøgn í ein minutt, livandi tónar frá Eyðuni Nolsøe, Lív Næs og Tróndi Enni.
Tað eru borgarar fyri frið í Suðuroynni sum í felag skipa fyri samhugatiltakinum.
Eftir tiltakið verða dyrnar latnar upp í Tvøroyrar kirkju, har Petur Martin Johannesen, organistur, spælir urgutónar og møguleiki er at hugleiða í tøgnini og tendra ljós.
Fyrireikararnir heita á fólk um at lata seg væl í, hava okkurt slag av ljósi við og eina lítla termokannu.
Um veðrið ikki verður til vildar til uttanduratiltak, er møguleiki at flyta tiltakið í kirkjuna.
Borgarar fyri frið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder