Vinna

Rek virki sum skapandi 

Eitt er at vera skapandi. Eitt annað er at reka eitt virki og vinna sær pengar. Men kann ein persónur gera bæði? Svarið er ja, um tú spyrt Lisbeth Rysgaard og Kristina Thede Johansen. .

2022-05-09 15:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í mai halda tær tvey skeið í Norðurlandahúsinum, har tær undirvísa listafólkum og øðrum skapandi í, hvussu tey kunnu gera teirra skapandi virki til vinnu. Her læra luttakararnir hvussu tey prísáseta teirra vørur, skapa virði fyri kundan, arbeiða við marknaðarføring o.s.fr.  

 

“Listafólk og skapandi fólk líkjast á stóran hátt vaksandi bólkin av øðrum hybrid íverksetarum, ið sjálvir skapa teirra virki og skapa inntøkur frá fleiri ymiskum inntøkukeldum. At menna og reka ein slíkan vinnuveg krevur yrkiskunnleika, bygnað og amboð, sum nógv ikki hava”, sigur Lisbeth Rysgaard. 

 

Talan er um tvey skeið. Eitt innleiðandi skeið, ið tekur 3 tímar, og eitt eftirfylgjandi skeið, ið tekur 2 dagar, fyri skeiðluttakarar, ið hava  fingið smakk fyri tí og ynskja at arbeiða meira nágreiniliga við evnunum. 

Bæði skeið eru fyri øll skapandi og listafólk. Bæði tey, ið spæla sær við tankan um at vinna sær pengar við sínum skapandi evnum, ella tey, ið langt síðani eru byrjað sum sjálvstøðug skapandi vinnurekandi. 

 

Undirvísarirnir Lisbeth Rysgaard og Kristina Thede Johansen hava sjálvar nógv ár á baki sum skapandi. Lisbeth er høvuðsrithøvundur á Freelance-Håndbogen, sum varð útgivin í 2020 ígjøgnum forlagið Zara og í samvinnu við Freelanceakademiet. Hon er singer/songwriter, tónleikari, próvhoyrdur coach frá Dispuk og fríyrkislistafólk ígjøgnum 25 ár. 

Kristina er føroyskur saksofonistur og listarligur íverksetari. Í løtuni nemur hon sær solistútbúgving í Aarhus, samstundis sum hon rekur sítt listarliga virksemi. 

 

“Listafólk og skapandi fólk brúka ógvuliga nógva tíð einsamøll í teirra venjingarhølum, verkstovum, skrivstovum o.líkn., har tey skapa sína list. At gera listina um til eina vøru og selja hana til onnur við einum vinnuligum hugsunarhátti er ein stór kollvelting fyri nógv skapandi. Hesa gongdina ynskja vit at gera atkomuligari og einfaldari fyri tey mongu skapandi fólkini í Føroyum”, sigur Kristina. 

  

Innleiðandi skeiðið fer fram fríggjadagin 13. mai, kl. 12-15. 

Eftifylgjandi skeiðið fer fram 14.-15. mai, kl. 10-16. 

 

Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder