Vinna

Poul Hansen letur handil til catering vinnuna upp

-

2022-05-12 07:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Minnist tú gamla timburhandilin á Heykavegi 4? Allarhelst.

Síðani P/F Poul Hansen í sínari tíð keypti bygningin, so hevur verið nógv umtalað hvat man fara at húsast her í framtíðini. Tey allarflestu hava fingið við, at mikrobryggjaríið OY heldur til í bygninginum, men 12. mai letur Føroya fyrsti handil til catering vinnuna upp. Navnið er gastro!

Poul Hansen gastro er til føroyskar kokkar og matstovuleiðarar. Eitt heildarkonsept, sum ger tað lætt fyri øll, sum servera mat – á hotelli, matstovu, kantinu ella umborð á skipi – at skaffa sær sínar rávørur.

Gastro er cateringdeildin hjá Poul Hansen, sum eisini fevnir um ein handil, har tú kanst koma og síggja, lukta, nema og kanska nippa til ymsu rávørurnar. Her fáa teir gastronomisku sansirnir frítt spæl. Og sjálvandi koyra vit eisini matvørur út.

Vit leggja ikki bara dent á rávøruna, men eisini vitanina. Tí hava vit serfrøðingar, sum ráðgeva og vegleiða. Sostatt er hetta staðið, har øll frá pitsusyftarum til feinschmeckarar koma at lata seg inspirera – har hugflog og matmentan ganga saman í eina hægri eind.

Gastro – smakk fyri góðum rávørum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder