Borgararnir sóu eitt uppslag, ið var skrivað á føroyskum, har ein verður biðin at venda sær til 112, um ein hevur upplýsingar um eitt ferðsluóhapp
Við at trýsta á leinkjuna verður ein biðin um at rita inn á Facebook av nýggjum. Við hesum fáa teldusníkarnir innritanarupplýsingar og broyta loyniorðið til Facebook.
Leinkjan er mest sannlíkt umsett til Føroyskt við Microsoft Translator. Tað sæst við at tað er ”/” (framskák) í tekstinum.
Føroya Politi vil tí staðiliga heita á øll, um at ikki trýsta á leinkjuna ella aðrar líknandi leinkjur, har ein verður biðin at rita inn á Facebook á nýggjum.
Um tú hevur trýst á leinkjuna og hevur skrivað tínar innritinarupplýsingar, skalt tú skjótast gjørligt broyta loyniorðið hjá tær. Um teldusníkarnir longu hava broytt títt loyniorð og sostatt læst teg úti av kontuni, kanst tú royna at brúka ”gloymt loyniorð” funkuna.
Fyri at tryggja tínar kontur á bestan hátt verður mælt til at virkja ”Tvey-Faktor”. Sí annars heimasíðuna hjá KT-trygd https://www.kt-trygd.fo/god-rad/, ið hevur góð ráð til hvussu ein tryggjar seg á bestan hátt ímóti álopum frá teldusníkum
Mentan
Phishing álop á Føroyskum í umferð á Facebook
Føroya Politi fekk í gjárkvøldið fráboðan um, at fleiri borgarar vórðu útsettur fyri phishing álopi á Facebook
2022-11-29 14:56
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald