Mentan

Øll búfólkini á Sýnini fingið gávu

Øll búfólkini á ellisheiminum á Sýnini hava fingið eina bók í part í gávu. Talan er um eina bók, sum Høgni Waag Høgnesen hevur gjørt.

2022-03-02 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinasta hálvt annað árið hevur Høgni arbeitt við at geva eina bók út, sum er ætlað eldri fólki og teimum ið eru rundanum teimum.

Ætlanin við bókini, er at eigarin av bókini saman við sínum nærmastu fær møguleika at savnað saman og skriva niður stuttligar hendingar og týdningarmiklar løtur frá eini spennandi lívsleið.

Í bókini ber til at savnað saman svarini uppá allar teir spurningarnar ið vit ofta gloyma at spyrja okkara avvarandi um. Søgur um góð minnir úr barnaárunum, hvar fyrsta arbeiðsplássið var og hvat fyrsta lønin bleiv brúkt uppá. Søgur og hugleiðingar ið hava ómetaliga stórt virið men sum í gerandisdegnum ofta verða gloymdar. Við hesi bók gerst tað lætt at festa alt hetta niður á blað og harvið altíð kunna minnast aftur á hesar hendingar. Til gangs fyri bæði eigarin av bókini men ikki minst fyri tey avvarandi.

Í bókini er pláss til at seta persónligar myndir í soleiðis at bókin vísir eina áhugaverda lívssøgu í bæði myndum og teksti. Við útgangsstøði í hesum ber til hjá avvarandi og øðrum at brúka bókina sum íblástur til til góðu samrøðuna við okkara kæru.

1000 bøkur eru prentaðar, og eru næstan allar seldar longu.

Á myndini niðanfyri sæst Katla Hendriksen, sum starvast á Sýnini. Hon sær fyri sær, at bókin eisini kemur at verða eitt gott arbeiðsamboð og geva íblástur til nógvar góðar samrøður við búfólkini.

Tað verður spennandi at síggja hvussu hendan gávan verður móttikin og brúkt, sigur Jóngerð M. Nielsen leiðari á Vesturvón.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder