Mentan

Ólavur Højgaard á Reinsarínum

4. mars verður forkunnug konsert í Reinsarínum.

2022-02-10 14:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Gylta røddin úr Vestmanna, Ólavur Højgaard, bjóðar okkum øllum ein túr gjøgnum sítt fjøltáttaða tónleikaunivers, – heilt frá byrjanini við ”Eg siti so eina” til spildurnýtt, enn ikki útgivið, tilfar. Allar góðar kreftir eru savnaðar við tí fyri eyga, at fáa eina framúr løtu í Reinsarínum. Einir tveir tímar við øllum teimum kendastu hittunum: ”Ró”, ”So ganga míni ár”, ”Motormani”, ”Tær løturnar”, ”Tá eg droymi”, ”Leygarkvøld í Havn”, krúddaðir við minni kendum gimsteinum úr skattakistuni.

Fyrsta útgávan hjá Ólavi var við Vestmonnum í 1983. Hetta var legendariska útgávan, ”Brot”(LP-pláta og kassettuband), ið mann teljast millum mest seldu útgávur í Føroyum yvirhøvur. Onkur slagari av fløguni ”Úr Vestmanna til Nashville”, innspæld í sjálvum Country-høvuðsstaðnum, verður eisini at hoyra.
Saman við Ólavi hetta forkunnuga kvøld verða m.a. vinirnir úr Vestmonnum: Niels Olsen, J. Í Toftum og Martin Joensen, sum saman við Ólavi gjørdi sálmin ”Uttan teg” alment kendan. Eisini fara vit at hoyra Rúnu á Heygum og Jórun Højgaard, – vøkru kvinnurøddirnar, ið hava sett sín dám á fleiri av útgávunum hjá Ólavi. Umframt hesi luttaka eisini Holgar Jacobsen, Niels Midjord, Milson Zachariasen, Hallgrímur Miðberg og Kári Olsen.
Stutt sagt: Her er einki at ivast í, um tú vilt tær sjálvum tað besta: Kenn tína vitjanartíð og bílegg atgongumerki NÚ!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder