Mentan

Nýtt navn til barna- og ungdómstilboð í Vága kommunu

Í samband við at Vága kommuna í næstum letur upp eitt virkishús fyri børn og ung, fara vit at hava eina navnakapping.

2022-02-21 09:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Lyklaorð fyri nýggja barna og ungdómstilboðið verða at tað er livandi, skapandi og fjølbroytt.

Virkishúsið verður opið hvønn gerandisdag og leygardag, við eini fjølbroyttari viftu av tilboðum, tiltøkum og verkstovum. Virkishúsið er fyri børn og ung í aldursbólkinum frá 3. flokk til og við 17ár.

Leygardagin 5mars kl. 14 letur nýggja barna- og ungdómstilboðið upp í nýggjum hølum í Sandavági. Men ungdómshúsið má hava eitt beinrakið navn, og tí bjóða vit øllum ungum í Vága kommunu millum 9 og 17 ár at taka lut í navnakappingini

Vinnarin fær 1.000 krónur. Einasta kravið er, at navnið skal vera lætt at siga og hóska til barna- og ungdómstilboðið.

Sendi navnauppskotið saman við frágreiðing um, hví tú heldir navnið vera hóskiligt, til Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur, og merkið brævbjálvan “Navnakapping”. Navnið á luttakarunum skal ikki skrivast á navnauppskotið ella frágreiðingina, men leggjast í einum øðrum afturlatnum brævbjálva, saman við uppskoti og frágreiðing. Møguligt er eisini at lata uppskotið inn sum teldupost til [email protected] har uppskotið er sum hjálagt skjal. Uppskotið skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. februar kl. 12.00.

Vága kommuna tilskilar sær rættin til ikki at nýta innkomnu uppskotini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder