Mentan

Nýggjur sangur um ein fyrrverandi kong

Ronnie er aftur klárur við einum nýggjum sangi. Sangurin kallast ”Fyrrverandi Kongur” og snýr seg um ólukkuligan kærleika. Um tað at missa ein kæran, og um at finna seg sjálvan aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-05-08 23:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Julian Andreasen, sum Ronnie hevur arbeitt saman við síðani ”Bygdafrell”, hevur framleitt og ljóðblandað sangin, og Dánial Gomez hevur sungið kór og lagt til rættis.

Eitt tónleikasjónband er gjørt til sangin, sum Allan Korsager Davidsen hevur gjørt.

Sangurin er ma. at finna á Youtube, Spotify og Apple Music.

Orð & lag: Ronnie Korsager Davidsen

Lagt til rættis: Julian Andreasen & Ronnie Korsager Davidsen

Framleitt og ljóðblandað: Julian Andreasen / Dori Music

Sangur: Ronnie Korsager Davidsen

Kór og lagt til rættis: Dánial Gomez Gudjonsson

Tónleikasjónband: Allan Korsager Davidsen


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder