Móttøkan byrjar kl.12:00 við einum tiltaki fyri børn, har børnini eisini fáa bjóða eina barnamenu. Kl.14: heldur skráin fram við góðum felagssangi, stuttum boðskapi og solosangi. Síðani heldur skráin fram allan dagin, har røður og sangur er á skránni við ymiskum gestasangarum. Kl.16:00 vitjar borgarstjórin Torbjørn Jacobsen og heldur røðu, har Magnus Rasmussen eisini kemur at luttaka. Kl.18:00 kemur Poul Jóhan Djurhuus at bera fram eina heilsan og Miðnáttasangbólkurin syngur. Skráin endar kl.20:00 við gestasangarum úr Nebo, og trúboðin Petur á Roykheyggi endar móttøkuna við einum boðskapi. Í kjallaranum verður Café opin allan dagin, har øll eru vælkomin.
Sí skránna á facebookvanganum hjá BERØA SALTANGARÀ og hjá Poul Jóhan Djurhuus!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald