Formaðurin, Ólavur Sjúrðaberg, hevði boðað frá áðrenn fundin, at hann tók ikki við afturvali, og tískil var greitt, at felagið skuldi hava nýggjan formann.
Ólavur hevur verið formaður í Grindamannafelagnum í fleiri ár, og ynskir felagið at takka honum fyri hansara týðandi leiklut í felagnum hesi árini.
Nývalda nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:
Ragnar Jacobsen (Miðvágur), formaður
Tóri Simonsen (Hvannasund), næstformaður og peningarøkil
Esmar Joensen (Hvítanes), skrivari
Tiltakslimir eru:
Bjartur Tórhalsson (Vestmanna)
Gutti Guttesen (Bø)
Regin Jespersen (Tórshavn)
Regin varð valdur í nevndina, men vegna serligar umstøður valdi hann at fara úr nevndini, og lata plássið til Esmar.
Nýggja nevndin hevur sett sær fyri, at fáa fleiri gjaldandi limir í felagið, og til hetta er ein nýggj heimasíða gjørd, sum nevnist: https://gmf.fo
Her ber m.a. til at skráseta seg sum lim í felagnum, og síðani verður limagjaldið goldið sjálvvirkandi í oktober mánað. Eisini limir, sum áður hava fingið bræv við uppkravi, verða bidnir um at skráseta seg av nýggjum á heimasíðuni.
Eisini ætlar nevndin at fáa fleiri ung at luttaka tá tað er grind, og verður heimasíðan við tíðini ein pallur, har tey ungu kunnu útvega sær kunning um hvussu ein ber seg at, tá tað eru grindaboð.
Næstu tíðina fer nevndin at seta seg í samband við hvalvágir, formenn og onnur álitisfólk, fyri at hitta hesi, og seta seg inn í umstøðurnar í teirra øki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald