Seinnapartin var hátíðarhald í Miðvági í sambandi við, at nýggi vøllurin nú alment er tikin í nýtslu.
Í juni mánaða samtykti býráðið í Vága kommunu at skifta vøllin í Miðvági, og taka av lægsta tilboðnum, sum var frá Unisport. Tilboði frá Unisport var á 3,1 mió. kr.
Hetta slagi av graslíki frá Unisport er ikki lagt á í Føroyum fyrr, og tí bleiv vøllurin kannaður við hjálp frá fólki við kunnleika til graslíkisvallir áðrenn tilboði bleiv endaligt góðkent.
Borgarstjórin í Vága Kommunu, Bjarni Prior, og forkvinnan hjá MB, Elisabeth Haraldsen, søgdu nøkur orð áðrenn Sámal á Vágalið tók fyrsta brotssparki á vøllinum.
Arbeiði at taka gamla vøllin av byrjaði 19. august. Tann vøllurin var 13 ára gamal nú hann var tikin av. Sí myndir her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald