Ítróttur

Myndir: Taka vøllin í Miðvági av

Kommunan samtykti í juni at skifta vøllin í Miðvági.

2024-08-19 23:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Arbeiði at skifta vøllin í Miðvági byrjaði seinnapartin í dag, tá ið fyrstu mátturnar blivu tiknar av. Vøllurin ið nú verður tikin av er 13 ára gamal, og verður skiftir út við ein nýggjan vøll frá Unisport.

Licitatión var á kommunuskrivstovuni hjá Vága kommunu 10. juni, og komu tilboð inn frá Unisport, Laiderz og Idémøblum.

Unisport hevði lægsta tilboðið sum var 3,1 mió kr.

Vøllurin frá Unisport er ikki lagdur á í Føroyum fyrr, og tí bleiv vøllurin kannaður við hjálp frá fólki við kunnleika til graslíkisvallir áðrenn tilboði bleiv endaligt góðkent.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder