Í longri tíð, hevur verið arbeitt við at menna eitt nýtt barna- og ungdómskonsept í Vága kommunu. Eitt livandi, skapandi og fjølbroytt virkishús fyri børn og ung. Í tí sambandinum var í dag móttøka fyri nýggja barna- og ungdómskonseptinum.
Nýggja virkishúsið verður opið mánadag til hósdag, eftir skúlatíð til kl. 16.30, og fríggjadag til kl. 16.00 fyri børn úr 3. flokki til 6. flokk. Og frá kl. 18.00 til kl. 21.00 fyri tey ungu úr 7. flokki til 10. flokk hvønn gerandisdag, og leygarkvøld frá kl. 19.00 til kl. 24.00.
Tey sum manna nevndina fyri virkishúsið eru Oda Kjartansdóttir, Sofía Heðinsdóttir, Emma Vilhelmsdóttir, Thurid Fríða Eldevig Hattarstein og Magnus Berg. Dorthea Højgaard Dam er verkætlanarleiðari fyri barna- og ungdómsøkið í Vága kommunu.
Ungdómshúsið sum áðrenn hevði opið 9 tímar um vikuna, verður nú opið 45 tímar um vikuna. Virkishúsið við Ánna kemur at avloysa núverandi ungdómshús.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald