2022-04-19 16:37
Seglontin er fuglur úr Asia sum vegna sín vakurleika var settur út í náttúruparkir í Europa og heðani hevur spjætt seg út um Europa og sæst Seglontin á hvørjum ári í Føroyum.
Seglentur sum síggjast í Føroyum eru mest sanlíkt fuglar sum eru slopnir út fangaskapi, eitt nú verða tær hildnar í fangaskapi í havn.
Ì Onglandi er tó ein rímuliga stórur stovnur sum reikar frítt og kann tað henda at fuglar av tí stovninum onkuntíð síggjast í Føroyum.
Ì besta sólskyni og í alskyns litum so sæst neyvan ein vakrari antarfuglur her heima.
Orð og myndir: Rodmund á Kelduni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald