Verður koyrt niðan í Vágadal, so sæst ymiskt á veg niðan, sum ikki eigur at liggja úti í nattúruni. M.a. kann nevnast teldustólar, madrassa og ein skutari.
Ætlanin var at bingjuplássið hjá Vága kommunu skuldi verða opið í dag millum klokkan 16 og 18, men Føroya arbeiðarafelag gav kommununi boð um, at tey góðtóku ikki, at umhvørvisplássið verður opið, og høvdu eisini verkfallsvaktir at blokkera fyri, at borgarar hjá kommununi kundu slappa av við gráa posan við húsarhaldsruski.
Á heimasíðuni hjá kommununi stendur: "Vit hava spurt hvussu tað kann vera at aðrar kommunu sleppa at hava umhvørvisplássini opin, har teirra borgarar sjálvir sleppa av við gráa posan, men hava ikki fingið nakað svar uppá tann spurningin, um hví munur verður gjørdur á ymisku kommununum og borgarum teirra."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald