Mentan

Myndir: Geir bleiv kattakongur við Kráarheygg

Geir á Lofti bleiv kattakongur við Kráarheygg

2023-02-21 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinastu árini hava nakrir mans úr Sandavági sligið tunnu saman, og í ár sláa teir við Kráarheygg.

Tvey tey fyrstu árini varð sligið á Gálgasteini á markinum millum Sandavág og Miðvág. Síðani var sligið í Løgmansgarðinum á Steig. So gekk leiðin niðan í fjøllini har sligið varð á Reynabrúgv. Í fyrraárið varð sligið við Jarðarkonuáir, í fjør varð veðrið ikki til vildar, og tí varð sligið í Loftapakkhúsinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder