Mentan

Myndir: Gamli skúlin á Giljanesi verður rivin niður

Myndir tiknar í morgun.

2022-03-30 08:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kunning: Nú farið verður at ríva gamla skúlan á Giljanesi niður, verða broytingar í ferðsluni til og frá skúlanum.

Í samband við at gamli skúlin á Giljanesi verður rivin niður mikudagin 30. mars, verða broytingar í ferðsluni til og frá skúlanum:

  • Avseting og heintan av næmingum verður í nýggju “rundkoyringini” á Nesavegnum omanfyri skúlan.
  • Eingin undirvísing verður í hølunum við ítróttahøllina. Næmingar í 3.flokki ganga í skúla í nýggja bygninginum á Giljanesi. Tillagingar verða í tímatalvuni hjá fleiri flokkum. Hetta verður kunnað um á floksheimasíðunum.

3. flokkarnir sleppa aftur í skúla við høllina eftir páskafrítíðina.

Broytingarnar byrja mikudagin. 

Leinkja til tekning, ið vísir ymisku farleiðirnar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder