Politikkur

Myndir: Borgarstjórin gróv fyrsta bøkkin

Fyri viku síðan undirskrivaðu Bjarni Prior, borgarstjóri og Allan H. Hansen frá Maskingrevstur undir sáttmála um arbeiðið, at gera útstykkingina norðuri í Sørpum í Sandavági klára til bústaðarbygging.

2022-06-01 13:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vága kommuna: Í góðveðrinum í morgun varð so fyrsti bøkkurin grivin av á nýggju útstykkingini, og var tað borgarstjórin sjálvur sum sat í maskinuni.

Á hesi útstykkingini verður pláss fyri 11 stykkjum tilsamans, 9 grundstykkir til sethús, 1 stykki til íbúðarbygging og 1 stykki verður gjørt til parkering, til millum annað Vakstrarhúsið, sum hevur vaksandi virksemi við tiltøkum og sum vakstrarhús til plantuvøkstur og sølu av plantum.

Arbeiðið við útgrevstrinum byrjar beinanvegin, og arbeiði væntast at taka uml. 6 mánaðir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder