Mentan

Móttøka fyri virkishúsinum fyri børn og ung

Leygardagin 5. mars kl. 15.00, verður almenn móttøka - 'the Grand Opening' av virkishúsinum fyri børn og ung í Vága kommunu.

2022-03-04 07:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í longri tíð hevur ungdómsnevndin fyri virkishúsið, saman við kommununi og øðrum ungum, arbeitt við at rigga nýggju hølini til. Alt er ikki klárt enn, men leygardagin bjóðar ungdómurin almenninginum til almenna móttøku, har møguligt verður at síggja karmarnar, har børn og ung fara at halda til.
Skrá:
• Dorthea Højgaard Dam, verkætlanarleiðari bjóðar vælkomin
• Emma Vilhelmsdóttir, forkvinna í ungdómsnevndini fyri virkishúsið ber fram røðu og tøkk
• Bjarni Prior, borgarstjóri fer at greiða eitt sindur frá tilgongdini og avdúkar nýggja navnið
• Danny Baldursson og Ingi Poulsen framføra

Frá mánadegnum 7. mars verður virkishúsið opið fyri børnum og ungum mánadag til hósdag, eftir skúlatíð til kl. 16.30, og fríggjadag til kl. 16.00 fyri børn úr 3. flokki til 6. flokk. Og frá kl. 18.00 til kl. 21.00 fyri tey ungu úr 7. flokki til 10. flokk hvønn gerandisdag, og leygarkvøld frá kl. 19.00 til kl. 24.00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder